Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Brúka minni

Umhvørvisstovan heilsar elspariátakinum hjá SEV vælkomið og vónar at fólk fara at taka einføldu og góðu spariráðini til sín

Í vikuni kom SEV við nýggjum elspariátaki, har fólk verða eggjaði at minka um elnýtsluna. Stóra elnýtslan førir nevniliga til eina stóra oljunýtslu, sum aftur hevur eitt umfatandi CO2 útlátið við sær.

Logikkurin í elspariátakinum er hesin: minkar elnýtslan, so minkar oljunýtslan hjá SEV og úrslitið verður at enda eitt minni CO2 útlát frá elframleiðslu. Fylgja vit ráðunum hjá SEV eru vit við til at minka um oljunýtsluna og gera tá okkara til, at Føroyar náa málið í veðurlagspolitikkinum um, at 75% av elframleiðsluni skal stava frá varandi orkukeldum í 2020.

Les meira um brukaminni.fo her

 

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.