Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Brennistøðin og endurnýtslan hjá IRF fingið dagførda umhvørvisgóðkenning.

Í sambandi við, at IRF víðkar móttøkuhøllina á brennistøðini, hevur Umhvørvisstovan dagført umhvørvisgóðkenningina hjá brennistøðini og endurnýtsluni hjá IRF í Leirvík.

Endamálið við víðkanini er at fáa betur skipað viðurskiftir, tá vinnan kemur á brennistøðina við burturkasti, og fyri at tryggja, at burturkast, ið ikki skal brennast, men t.d. skal endurnýtast ella er mett sum vandmikið, verður skilt frá.

Í umhvørvisgóðkenningini er m.a. treyt um, at IRF skal arbeiða ímóti, at mest møguligt at burturkastinum verður endurnýtt. Treyt er eisini sett um, at økið skal verða mannað tá opið er, fyri at tryggja rættari skiljing av burturkastinum.

Brenning av burturkasti gevur dálkandi og heilsuskaðiligan royk. Talan er t.d. um ymisk sløg av gassi og tungmetalum, so sum NOx, SO2, CO, dioxin, blýggj, kadmimum, krom, kopar og kyksilvur, ið m.a. stava frá brenning av battaríum og elektronikki, ið ikki er skilt frá.

Til tess at minka mest møguligt um hesa dálking í roykinum er krav sett um roykreinsing, og eru markvirðir sett fyri innihaldið av dálkandi evnum í roykinum. Eisini verða krøv sett til sjálva brenningina, so sum at hitin altíð skal vera oman fyri 850oC, og at brennast skal uttan íhald í so long tíðarskeið, sum rusknøgdin loyvir. Hetta, tí at brenningin ikki er fullfíggjað, tá hitin er ov lágur, og dálkingin harvið størri.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Avgerðin kann kærast til innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, ella til us@us.fo, og skal vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 4 vikur frá dags dato, t.e. mikudagin 2. august 2017.

 

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo