Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Brennið ikki ullina á báli

Eftir øllum at døma er tað vorðið vanligt at brenna ullina á báli, tá seyðurin er royttur

Tað er ólógligt at brenna ull á báli. Nógvi roykurin frá brenning av ull, sum inniheldur bæði sót og onnur evni, sum PAH o.t., er skaðiligur at anda í seg og dálkandi fyri náttúruna. Harafturat luktar roykurin illa, og kann vera til stóran ampa.

Í hesum døgum verður seyðurin royttur. Eftir øllum at døma verður ikki øll ullin tikin til vara og send til spinnarí ella gagnnýtt á annan hátt, men burturbeind. Hetta er stórt spell.

Umhvørvisstovan hevur fingið ábendingar um, at fleiri staðni verður ullin brend á báli á rættini aftan á at seyðurin er royttur.

Tað er greitt lógarbrot og tí revsivert at brenna ull á báli. Verður ullin burturbeind, skal hon latast til IRF ella brennistøðina hjá Tórshavnar kommunu.

Kommunur hava ikki heimild at veita loyvi til brenning av burturkasti sum t.d. ull, men bara til at veita loyvi til jóansøku- og nýggjársbál o.t. Og tá er bert loyvt at brenna reinan og turran við o.t.

Sí vegleiðing her

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo