Børn og kemisk evni
Har, ið børn ferðast og spæla, eru kemisk evni, sum kunnu vera teimum til skaða. Faldarin “Børn og kemisk evni” hjálpir foreldrum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum og øðrum, sum varða av børnum, at forða fyri at børnini koma í samband við evni, sum kunnu vera skaðilig.
Faldarin, sum Umhvørvisstovan gevur út, er skipaður í øki, har tað er neyðugt at vera varin. Eitt nú er ein partur um kemisku evnini í leikum, ein annar er um kemisku evnini í baðirúminum og ein triði um kemisku evnini, sum kunnu vera á spæliplássinum.
Faldarin greiðir frá um kemisku evnini og í hvørjum vørum tey verða nýtt. Í sambandi við hvørt evni eru eisini greið tilmæli um, hvussu man skal bera seg at fyri at verja børnini.
Fyri ein part er talan um vørur, sum verða gjørdar og seldar til børn. Í faldaranum verður greitt frá, hvørjum evnum ansast skal eftir, og eisini hvørjar vørur kunnu nýtast ístaðin.
Svanamerktar vørur eitt gott val
Børn eiga eitt nú ikki at verða vaskað við sápu og sjampo við anga. Svanamerktar, og aðrar umhvørvismerktar, vørur eru tí eitt gott val, tá tú skalt keypa til barnarøkt. Eisini eru tilmæli til, hvat slag av viði kann brúkast til sandkassan í staðin fyri rotvardan við.
Kemikalii av ymiskum slag eru í øllum heimum. Vit hava vaskievni, máling, lím, loysingarevni, tendriolju, bonivoks, skósvertu, plantueitur og enntá rottueitur. Verða hesi ikki nýtt og goymd rætt, kunnu tey vera sera vandamikil.
At enda í faldaranum er ein frágreiðing um, hvat ið ymsu merkini á vørunum merkja.
Faldarin verður sendur til heilsusystraskipanina, barnagarðar og onnur innan økið, men hann kann eisini fáast teldutøkur her.
Faldarin er fíggjaður av játtanini hjá Løgmálaráðnum til umhvørvisverndartiltøk sum ein verkætlan, og er danski faldarin, “Kemi i børns hverdag”, nýttur sum grundarlag.
Vilt tú hava meira at vita, kanst tú venda tær til deildina Vernd á Umhvørvisstovuni, telefon 342400 og spyrja eftir Eyð Eidesgaard.