Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Borgarafundur um Ramsar í Skúvoy

Mikudagin 22. apríl 2015 kl. 18.30 verður skipað fyri borgarafundi í skúlanum í Skúvoy um Skúvoy sum Ramsarøki.

Endamálið við fundinum er at kunna skúvoyingar um Ramsar sáttmálan og hvat tað vil siga, at Skúvoy er útnevnd til Ramsarøki. Eisini er endamálið við fundinum at geva bygdarfólkinum høvi til at geva íkast til arbeiðið at gera eina Ramsarætlan fyri oynna, serliga at vera við til at eyðmerkja møguligar hóttanir móti fuglalívi í oynni.

Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið, Havstovuna og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
 
Fyrireikararnir vóna, at nógvir skúvoyingar koma á fundin.
 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo