Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Borgarafundur um Ramsar í Nólsoy

Týskvøldið 1. apríl 2014 kl. 19.00 verður skipað fyri borgarafundi í Royndarhúsinum um Nólsoy sum Ramsarøki.

Endamálið við fundinum er at kunna nólsoyingar um Ramsar og serliga um arbeiðið at gera eina Ramsarætlan fyri Nólsoy, og hvat tað fer at merkja fyri oynna, at Nólsoy er útnevnt til Ramsarøki. Eisini er endamálið við fundinum, at fólkið í bygdini kann koma við sínum íkasti til arbeiðið við Ramsarætlanini.

Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman. Eisini koma fólk úr bygdini at siga sína hugsan um Ramsar og hvat henda útnevning kann fáa at týða fyri oynna.
 

Ein týðandi partur av fundinum er alment kjak um ætlanina.

Fyrireikararnir vóna, at nógvir nólsoyingar verða við hetta kvøldið. Tað hevur týdning fyri víðari arbeiðið, at øll sjónarmið koma fram.

 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo