Borgarafundur um Ramsar í Mykinesi
Fríggjadagin 10. apríl 2015 kl. 10.30 verður skipað fyri borgarafundi í skúlastovuni í Mykinesi um Mykines sum Ramsarøki.
Endamálið við fundinum er at kunna mykinesfólk um Ramsar og arbeiðið at gera eina Ramsarætlan fyri Mykines, og hvat tað vil siga, at Mykines er útnevnd til Ramsarøki. Eisini er endamálið við fundinum at geva bygdafólkinum høvi til at geva íkast til arbeiðið við at gera eina Ramsarætlan fyri oynna.
Umboð fyri Fiskimálaráðið, Náttúrugripasavnið og Umhvørvisstovuna fara at greiða frá, hvat higartil er gjørt frá almennari síðu, og hvørjar ætlanir liggja fyri framman.
Ein týðandi partur av fundinum er kjak.
Fyrireikararnir vóna, at nógv mykinesfólk koma á fundin. Tað hevur týdning fyri víðari arbeiðið, at øll sjónarmið koma fram.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo