Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Borgarafundur um Ramsar ætlan

Tað er í kvøld kl. 19.30, at skipað verður fyri borgarafundi í Nólsoy um uppskot til Ramsar ætlan fyri Nólsoynna.

Endamálið við borgarafundinum er, at leggja fram uppskot til Ramsar ætlan fyri Nólsoy. Tað er Ramsar nevndin fyri Nólsoy, sum hevur gjørt ætlanina, og sum kemur at leggja ymisku partarnar í henni fram, og soleiðis geva nólsoyingum høvi at kunna seg við innihaldið í henni, og gera viðmerkingar.

Serligur dentur verður lagdur á at greiða frá tilmælunum um rottu og um sigling kring oynna. Ein týðandi partur av fundinum er alment kjak um ætlanina. Kjakið byrjar við, at fólk í bygdini fara at siga sína hugsan um ætlanina.


Her ber til at síggja ætlanina.
Nøkur eintøk av ætlanini eru løgd í handilin í Nólsoy, so har ber eisini til hjá nólsoyingum at fáa sær eitt eintak heim við.

Her er ein stutt útgáva av ætlanini, sum í dag verður borin út til øll hús í Nólsoy.
Øll eru vælkomin á borgarafundin, sum verður í Royndarhúsinum í Nólsoy. 

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Mariu Gunnleivsdóttir Hansen á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo