Borgarafundur um frílendisætlanina í Hoydølum
Týskvøldið kl. 20 verður føroya størsta frílendisætlan almannakunnggjørd á borgarafundi, í kantinuni á studentaskúlanum í Hoydølum. Ætlanin fevnir um eitt øki á ikki minni enn 28 ha, ella 282.000 m². Fundurin er almennur og øll eru vælkomin.
Niðanfyri sæst ein flúgvitúrur yvir frílendið í Hoydølum
Komandi frílendið er víst í hvítum á myndini niðanfyri
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.