Bóklingur um burturkast
Arbeiðsbólkur undir Norðurlendska ráðharraráðnum hevur givið út bókling um burturkast frá skipum og bátum
Arbeiðsbólkur undir Norðurlendska ráðharraráðnum hevur givið út bókling um burturkast frá skipum og bátum.
Útblaking av burturkasti frá skipum er ein stórur trupulleiki á havinum og við strendurnar. Hóast reglur eru fyri at fyribyrgja slíkari dálking, verður nógv burturkast framvegis tveitt í havið.
Burturkast, sum verður koyrt í havið, kann skaða lívið í havinum og oyðileggja rekreativa virðið av havi og strond.
Ætlanin við bóklinginum er at geva upplýsingar um burturbeining, og at eggja til umhvørvisdygga viðgerð av burturkasti umborð.
Í ritinum verður dentur lagdur á:
• neyðuga tilvitan um verju av náttúru og umhvørvi
• tað neyðuga í at leggja eitt støði fyri umhvørvisdyggari viðgerð av burturkasti
• at fremja umhvørvisdygga handfaring av burturkasti umborð.
Í ritinum verður dentur lagdur á at kunna um lóggávu viðvíkjandi handfaring av burturkasti umborð á bæði størri og smærri skipum og bátum. Harumframt eru vístir ymiskir hættir, mannagongdir og tøkni, sum eru egnað til at minka um teir vansar, sum kunnu standast av burturkasti frá skipum og bátum.
Ritið er serliga ætlað eigarum og manningum á skipum og bátum, og kann takst niður her
Ritið byggir á eina tekniska frágreiðing, sum inniheldur meiri útgreinaðar upplýsingar um galdandi reglur, tøkni og vanligar mannagongdir fyri skip, sí her
Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.