Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Boða frá alt fyri eitt!

Farna vika var nógv merkt av oljudálkingum. Ein var í Klaksvík leygarkvøldið og ein í Havn mánadagin. Bert tann seinna varð fráboðað!

At tvær oljudálkingar við tungolju henda við so stuttum millumbili er órógvandi. Í fjør vórðu 20 oljudálkingar fráboðaðar, fyrrárið 23, sí mynd niðanfyri. Higartil í ár eru fimm oljudálkingar fráboðaðar til MRCC, sum er myndugleikin, ið skal hava  fráboðanum oljudálkingar á sjónum. MRCC skal eisini fráboðast tá vandi er fyri oljudálking. MRCC hevur telefon 351300.

Umráðandi at oljudálking verður fráboðað
Um útlát av olju hendir, er sera umráðandi, at boða frá skjótast gjørligt, so møguleiki verður at taka oljuna upp ella byrgja hana inni sum skjótast. Ein skjót fráboðan kann hava avgerandi týdning fyri, hvussu umfatandi dálkingin verður.

Í havumhvørvislógini er ásett, at oljudálkingar skulu fráboðast, og er tað tí revsivert ikki at boða  frá. Verður tað ikki gjørt, gerast bæði umhvørvisligu og peningaligu avleiðingarnar av dálkingini størri . Jú meiri orka skal brúkst til at rudda upp, størri verður endurgjaldskravið ímóti dálkaranum. Týdningurin av at boða frá kann væl lýsast út frá teimum báðum oljudálkingunum í farnu viku.

Í Klaksvík, har mett varð, at millum 500 og 1000 litrar av olju fóru á sjógv,  varð ikki  fráboðað, og tí gekk long tíð áðrenn basingin byrjaði. Sløkkiliðið í Klaksvík tók einar 300 til 500 litrar av olju upp meðan restin hevur dálkað strondina frá Norðhavnini og heilt suður móti Kósini, har fjøran í stóran mun er innsmurd við tjúkkari olju. Arbeiðið at fáa oljuna burtur í Klaksvík fer at verða drúgt og er mett til at kosta 5 mill. kr.
 
Tá tungolja fór á sjógv mánadagin í Havn, varð boðað frá beinanvegin. Av teimum uml.  200 litrunum, sum fóru á sjógv, megnaði sløkkiliðið at fáa ein stóran part upp heilt skjótt og annars at byrgja oljuna inni. Dálkingin á umhvørvið var tí avmarkað eins og og kostnaðurin av oljubasingini.

Firðirnir eru uppvakstrarøki hjá nógvum fiskasløgum
Djóralívið á føroysku firðunum er viðkvæmt, ikki minst hesa ársins tíð, og fleiri týdningarmikil fiskasløg, sum toskur, upsi og fleiri flatfiskasløg, hava firðirnar sum uppvakstrarøki.  Tess  yngri fiskurin er, viðkvæmari er hann fyri dálking. Tí er tað sera óheppið at firðirnir verða dálkaðir av olju. Olja inniheldur fleiri evni, sum niðurbrótast sera seint og tí kunnu elva til umhvørvistrupulleikar. Hetta er millum annað lýst í eini nýggjari frágreiðing um árin av oljudálkingini í Vági, sí her.

Les meira um oljdálking her
 

 Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo