Blóðgistøð umhvørvisgóðkend
Blóðgistøðin hjá P/F Faroe Farming, við Tjaldavík, er umhvørvisgóðkend.
Talan er um eina flytbara (mobila) blóðgistøð, sum P/F Faroe Farming eigur.
Blóðgistøðin verður sett upp við Tjaldavík, meðan tøka av laksi í Øravík og Froðba er ígongd.
Ringar við tøkuklárum fiski verða sleipaðir til bryggju í Tjaldavík, har fiskurin verður pumpaður upp í ta flytbaru støðina, har fiskurin verður blóðgaður. Síðani verður blóðgaði fiskurin fluttur við bili til laksavirkið hjá P/F Faroe Farming í Vági.
Undir viðgerðini av góðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at útleiðingin av spillivatni frá blóðgingini er innanfyri tey mørk, ið eru mett at vera umhvørvisliga trygg.
Eisini eru treytir settar um, at økið kring blóðgistøðina skal ruddast, og øll útgerð, rørleiðingar o.a., sum hava verið brúkt, skulu beinast burtur frá staðnum, tá tøkan av laksi er liðug.
Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, hvørs viðurskifti verða beinleiðis ávirkað av avgerðini.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur eftir at góðkenningin var almannakunngjørd, tvs. kærufreistin er mikudagin 2. desember 2009.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo