Blaðvespur gera um seg
Í summar hava mong verið plágað av skaða frá einum óbodnum skordýri í urtagarðinum
Skordýri, sum sæst á myndini, hevur fullkomiliga avpiðað bløðini á ávísum træ- og runnasløgum, soleiðis at bert blaðnervarnar standa eftir.
Talan er um ormveruna hjá eini í aðrar mátar heilt meinaleysari Blaðvespu av ættini Nematus sp. Blaðvespan verpur víggið á bløðini, og eftir fáum døgum (alt eftir hitalagnum) klekjast ormverurnar og leggja beinanvegin á at eta blaðkjøtið. Síðani dettur reivveran niður úr trøunum og búnast á vøllinum til liðugt skordýr. Tað kunnu klekjast uppí heili 2 ættarlið eftir einum sumri. Nógv sløg eru av Nematus blaðvespun, men hon, ið hevur gjørt mest um seg í Føroyum í summar, er ivaleyst tann við tí látínska navninum Nematus pavidus. Tað finst einki føroyskt ella skandinaviskt navn á júst hesum slagnum.
Serliga eru tað ymisk sløg av píli, ið hava verið illa viðfarin av júst hesum ormveruálopunum í summar. Eisini onnur plantusløg, eitt nú Stikkulsber og aðrir berjarunnar, hava somuleiðis verið rakt (helst er talan tá um onnur sløg av Nematus ættini). Ógreitt er, hvussu ymiskt skaðin hevur verið kring landið. Slík álop eru sædd fleiri ferðir áður, tó vanliga við fleiri ára millumbili.
Góða summarið, er ivaleyst høvuðsorsøkin til nógvu ormverurnar í ár. Til at basa ormverurnar er frægast at nýta eina havaslangu við spreydysu á til at spula planturnar við. Hetta vil fáa flestu ormverurnar at detta av bløðunum og niður á vøllin og fara fyri einki. At rista greinarnar, ella at busta tær í teimum førum, har tað letur seg gera, fær somuleiðis nógv tær flestu ormverurnar at detta úr bløðunum.
Smáfuglarnir eru ógvuliga grammir eftir blaðvespu ormverunum, so teir hava góðalív í hesum døgum. Trø og runnar taka vanliga ikki stórvegis skaða ella fáa varandi mein. Eftir eitt herviligt álop, kann vøksturin vera slakari árið eftir, men vanliga standast ikki onnur mein. Á føroyska portalinum www.faroenature.net síggjast eisini myndir av Nematus blaðvespum.
Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.