Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Bilupphøgging á Strondum góðkend

Sp/f Umhvørvisportrið hevur fingið umhvørvis-góðkenning til upphøgging av bilum og til móttøku av metalburturkasti.

Eftir at Tórshavnar kommuna og IRF í nógv ár hava verið einastu góðkendu móttakararnar av burturkasti, er Sp/F Umhvørvisportrið nú triði góðkendi móttakarin á marknaðinum.

Sp/f Umhvørvisportrið fer at taka ímóti bilum til upphøggingar og metalburturkasti. Virksemið fer fram í einum bygningi við tilhoyrandi øki uttanum á Langanesi á Strondum.

Bilar, sum koma inn, verða tappaðir fyri olju og annan løg. Battarí og útgerð, sum inniheldur kemikalii, verða tikin úr og lutir, sum kunnu brúkast aftur, verða avmonteraðir. Metalskrott verður skilt í ymiskar bólkar.

Endamálið hjá sp/f Umhvørvisportrið er at endurnýta so nógv sum gjørligt av teimum brúktu bilunum. Tað, sum ikki kann endurnýtast, verður latið góðkendum móttakara í Føroyum, antin IRF ella Tórshavnar kommunu.

Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at virkið hevur tiltøk at avmarka dálking um óhapp henda, at økja um endurnýtslu og at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viður-kendum skipanum.

Umhvørvisstovan hevur eisini sett sum treyt, at økið uttanum er asfalterað og hegnað inni umframt at allar frárenningar og verjugarðar til tangagoymslur eru gjørdar, áðrenn virksemið byrjar.

Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her

Almenna lýsinger er her

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Tey, ið hava kærurætt kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.

Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi mikudagin 23. desember 2009.

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo