Bilupphøgg í Klaksvík góðkend
P/F Elmar Zachariassen hevur fingið umhvørvisgóðkenning til upphøgging av bilum. Hoyringsfreistin er 12. feb. 2010.

Eftir at fyrsti privati góðkendi móttakari av burturkasti fekk umhvørvisgóðkenning fyri góðum mánaði síðani, er enn ein privatur móttakari nú góðkendur. P/F Elmar Zachariassen í Klaksvík hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning til upphøgging av bilum.
P/F Elmar Zachariassen fer at taka ímóti bilum til upphøggingar við tí endamáli, at endurnýta mest møguligt sum eykalutir. Virksemið fer fram í verandi verkstaði hjá felagnum við tilhoyrandi øki uttanum á Bumshamri í Klaksvík.
Bilar, sum koma inn, verða tappaðir fyri olju og annan løg. Battarí og útgerð, sum innihalda kemikalii, verða tikin úr, og lutir, sum kunnu brúkast aftur, verða tiknir av. Metalskrott verður skilt í ymiskar bólkar. Tað, sum ikki kann endurnýtast, verður latið góðkendum móttakara í Føroyum, antin IRF ella Tórshavnar kommunu.
Undir viðgerðini av umhvørvisgóðkenningini hevur Umhvørvisstovan lagt serligan dent á, at dálkandi evni ikki verða leidd út í umhvørvið, at virkið hevur tiltøk at avmarka dálking, um óhapp henda, at økja um endurnýtslu og at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum.
Umhvørvisstovan hevur eisini sett sum treyt, at økið uttanum er asfalterað og hegnað inni, umframt at allar frárenningar og verjugarðar til tangagoymslur eru gjørd, áðrenn virksemið byrjar.
Umhvørvisgóðkenningin kann síggjast her
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið. Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 12. februar 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.