Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Betri atgongd til viðalundina í Kerjum

Viðalundin í Kerjum í Havn hevur altíð verið heldur trupul at vitja, tí ongin gøtuskipan hevur verið. Men nú ber til at ganga gjøgnum viðalundina eftir eini nýggjari gøtu.

Vit kenna hana øll, tann vakra viðalundin niðanfyri Hotel Føroyar. Men fyri tey flestu hevur vakurleikin verið nakað til eyguni, heldur enn til upplivingar. Viðalundin í Kerjum er skipað sum ein villini lund, har náttúran í størst møguligan mun skuldi sleppa at passa seg sjálva.

Farið varð á fyrsta sinni undir gróðurseting í Viðarlundini í Kerjum í Havn í 1933. Hettar sæst í gomlum skjølum, sum fyri eini tíð síðan komu undan kavi á gamla Jarðarráðnum, og sum lógu eftir fyrrverandi landbúnaðarráðgevan Hans Jacob Jacobsen (Heðin Brú). Í 1950-unum varð nýggj roynd gjørd at gróðurseta í hesi viðarlundini, og tá tóku m.a. skótarnir lut í hesum; tískil fóru nógv havnarfólk at nevna økið “skótaplantasjan”. Navnið kerjar sigst annars vísa til gamla navnið kjarr (DK=krat), so ivaleyst man kjarrskógur hava verið her einaferð í fyrndini. Seinastu uml. 10-15 árini er vorðið gróðursett í eystasta partinum av økinum, eystur ímóti Hjaltarók (gl. Dalavegnum). Tað er Tórshavnar kommuna, ið eigur viðarlundina.

Skógfriðingarnevndin, ið varðar av friðaðu viðarlundunum í landinum, hevur leingi havt ta áskoðan, at júst hendan viðarlundin skuldi verða so órørd sum gjørligt, t.v.s. til dømis ikki hava stórvegis gjørdar gøtur ella hampað og tilskorin trø, soleiðis at hin vitjandi fær høvi at uppliva meira viltvaksandi viðarvøkstur her.

Fyri eini tíð síðan reisti Hotell Føroyar ynski hjá kommununi um at fáa eina gøtu gjøgnum viðarlundina, soleiðis at samband fekst við vegakervið niðri við ringvegin (Marknagilsvegin), og at teirra viðskiftafólk somuleiðis fingu høvi at njóta hesa sermerktu viðarlundina. Eftir drúgva viðgerð játtaði Skógfriðingarnevndin fyri eini gøtu niðan gjøgnum viðarlundina, tí hildið varð ikki, at hettar fer at hava negativt árin á yvirskipaðu ætlanina fyri økið. Grannarnir niðanfyri viðarlundina hava somuleiðis víst ætlanini alla vælvild. Gøtan, ið er opin fyri almenninginum, var klár at taka í nýtslu á heysti í 2012.

Samstundis hevur Hotell Føroyar tikið á seg at lata teirra lendi, millum hotellið og viðarlundina, verða eitt partvíst savn fyri varðveitslu av villum føroyskum upprunaviðarvøkstri, t.e. pílasløgunum og baraldi. Gongst sum ætlað, verður soleiðis høvi um nøkur ár at síggja villa, upprunaliga viðarvøksturin í Føroyum har á leiðini.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.