Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Betongblandistøðir – eftirlitsátak

Sum heild er umhvørvisstøðan væl betri hjá góðkendum betongblandistøðum

Umhvørvisstovan hevur verið á eftirlitsvitjan á øllum betongblandistøðum, íalt sjey í tali. Harav eru fýra umhvørvisgóðkendar meðan tríggjar ikki eru góðkendar. Sum heild er virksemið betur skipað á betongblandistøðum, sum eru umhvørvisgóðkendar. Sí lista yvir umhvørvisgóðkendar betongblandistøðir her

Á eftirlitsvitjanunum hevur serligur dentur verið lagdur á órudd og á spillivatn.

Burturkast og órudd
Yvirhøvur kundu viðurskiftini viðvíkjandi burturkasti á betongblandistøðum verið betri. Ov nógv av óruddi var at síggja. Støðan var verri hjá betongblandistøðum, sum ikki eru umhvørvisgóðkendar. Alt ov nógv órudd lá og sløddist og ongin skipan var til burturbeining av burturkasti.

Í umhvørvisgóðkenningunum hjá betongblandistøðum er ásett, at alt burturkast skal latast góðkendum móttakara. Eisini er ásett at alt burturkast skal handfarast í samsvari við galdandi reglur um burturkast og at burturkast skal goymast soleiðis at tað ikki er til ampa fyri onnur.

Spillivatn
Við spillivatninum var tað eins og við burturkastinum. Tær góðkendu blandistøðirnar høvdu útleiðingar, sum vóru í lagi, meðan ongin av teimum, sum ikki eru góðkendar hava eina útleiðing, sum gongur heilt út á sjógv. Í staðin fer tað, sum nú er, í áir og fjøru, har tað elvir til sjónliga dálking við betongevju, sum legst á botn og kann køva alt lív á staðnum.

Í umhvørvigóðkenningini hjá betongblandistøðunum, er ásett, at spillivatnið skal vera so væl reinsað fyri føst evni, at tað ikki tippir útleiðingina. Spillivatnið skal heldur ikki bera brá av olju.

Allar betongblandistøðir verða góðkendar í 2009
Umhvørvisstovan hevur sett sær sum mál, at allar betongblandistøðir, sum enn ikki eru umhvørvisgóðkendar, skulu  góðkennast  í hesum árinum. Tá koma somu krøv at galda fyri allar betongblandistøðir.
Fyribils hevur Umhvørvisstovan heitt á allar betongblandistøðir, sum ikki eru góðkendar, um at søkja um góðkenning – nakað sum annars eigur at vera gjørt áðrenn virksemið byrjar.

Sambært §26 í Løgtingslóg nr. 134 frá 29.10.1988 um umhvørvisvernd skulu allar betongblandistøðir hava eina umhvørvisgóðkenning, áðrenn virksemið byrjar. 

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Lenu Ziskason, tlf. 342441, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.