Betongblandistøð í Froðba umhvørvisgóðkend
Betongblandistøðin hjá Sp/F Betongblandistøðin í Froðba hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning.
Virksemið fevnir um blanding og útkoyring av betong, goymslu av sementi, sandi og skervi, vasking av betongbilum og goymslu av rávørum.
Undir viðgerðini varð serligur dentur lagdur á, at útleiðing av dusti og spillivatni verða hildin innanfyri tey mørk, ið eru mett at vera umhvørvisliga trygg, eins og at serligar treytir eru settar til rávørugoymsluna.
Eisini varð dentur lagdur á, at betongevja verður avvatnað og latin góðkendum móttakara ella endurnýtt og at betongburturkast í mest møguligan mun verður endurnýtt.
- Góðkenningina finnur tú her
- Almennu lýsingina um umhvørvisgóðkenningina finnur tú her. Har finnur tú eisini kæruvegleiðingina.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar ert tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400 ella senda okkum ein teldupost us@us.fo