Best røkta bygd 2010: Fámjin
Tjørnuvík fekk 2. pláss, Vestamanna skúli er Ársins grøni stovnur. Endurnýtsluhandlarnir hjá Dugna eru Ársins átak, meðan Gamla gøtan um Leirvíksfjall fekk heiðurin sum Best røkta bygda- og varðagøta.
Á almennari samkomu hósdagin 24. juni vóru vinnarar av Umhvørvisátakið 2010 avdúkaðir. Væl av fólki var møtt til hátíðarløtuna í Perluni umboðandi kommunur, ferðavinnu og náttúruvernd, og fyrireikarar, sponsorar og umboð frá almennu stovnunum, ið fyriskipa tiltakið.
Jákup Pauli Joensen, stjóri fyri Umhvørvisstovuna, beyð vælkomin, og lýsti hann í røðu síni søguligu gongdina, hvussu tiltakið hevði flutt seg við ymiskum kappingargreinum og annars hvussu stóran týdning tiltakið hevði, at ljós varð sett á náttúru- og umhvørvismál í kommununum, og at siðsøga og umstøður til felags tiltøk eisini vóru havd frammarlaga í átakinum.
Best røkta bygd er afturvendandi kappingargrein, og høvdu fýra kommunur melda fimm bygdir til kappingina.
Best røkta bygd
Annika Olsen, landsstýriskvinna, avdúkaði vinnarar og handaði virðislønir. Fyrsta virðislønin fór til Fámjin og hevði metingarnevndin hesar grundgevingar:
Fyrsta virðislønin fyri Best røktu bygd verður latin einari bygd, ið eisini fyrr hevur víst seg frammarliga í kappingini. Bygdin er framúr væl fyriskipað í búseting og bygging annars, og vegakervið er gott og væl virkandi. Bygdin hevur raðfest spillivatnsskipanina og er komin rættiliga langt áleiðis at hava eina fullførda og lidna skipan. So at siga einki órudd sæst, og væl verður gingið um, at øki fram við vegjaðara, við byggigrundir, girðingar og annað er væl frágingið.
Borgarin hevur sera góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan er ment nógv, og dentur er lagdur á at halda søgulig støð og fornminni í góðum standi.
Afturat hesum hevur kommunan og bygdaráðið víst framskygni í burðardyggari menning og nýhugsanum við at leggja økið út til viðarbyglund og snildisliga seta upp nýggjan drekkivatnsbrunn inn í eldri grótbrot og leggja flag á.
Onnur virðislønin varð latin til Tjørnuvík við hesum grundgevingum:
Onnur virðislønin fyri Best røktu bygd verður latin einari bygd, ið áður hevur víst seg at liggja frammarlaga í kappingini. Bygdin er væl fyriskipað í búseting og bygging annars, nógv er gjørt við at varðveita fornar bygningar, og vegakervið og bilstøðapláss eru góð og væl virkandi. So at siga einki órudd sæst, og væl er gingið um soleiðis, at bygdin er nosslig og vøkur at koma til.
Borgarin hevur góðar umstøður at luttaka í felags tiltøkum, ferðafólkatænastan er ment, líkasum gomlu húsini og bygdaumhvørvið er eitt satt prýði í føroyskum byggisiði.
Nýggjar kappingargreinar vóru til Umhvørvisátakið í ár. Besta røkta bygdagøta skuldi finnast, Ársins grøni stovnur, og so Besta átak, har metingarnevndin sjálv hevur møguleika at skjóta upp ein vinnara.
Best røkta bygdagøta
Í kappingini Best røkta bygdagøta høvdu tvær kommunur meldað til kapping. Jon Hestoy, stjóri á Føroya Prent, ið stóð sum sponsorur við vinningum og eisini hevði gjørt framúr snøgg heiðursbrøv til allar vinnarar, avdúkaði vinnarar til Best røktu bygdagøtu og Ársins grøna stovn.
Í grundgevingini hjá metingarnevndini verður sagt um vinnaran av Best røktu bygdagøtu, gøtan Leirvík-Gøta:
Virðislønin fyri Best røktu bygda- og varðagøtu verður latin til øki, har bygdagøtan hevur havt stóran týdning gjøgnum tíðirnar, men sum eisini enn verður nógv brúkt, og kanska hjá nøkrum er vorðin fastur táttur at ganga á hvørjum ári. Gøtan er væl hildin og trygg um skarið. Gøtan er lætt at finna á báðum síðum fjallinum og væl er frámerkt, hvar hon byrjar og hvar leiðin gongur eftir varðunum.
Ársins grøni stovnur
Kappingin um Ársins grøna stovn stóð millum tríggjar kommunur har tveir dagstovnar og ein skúli kappaðust. Vinnarin varð Vestmanna Skúli, og hevði metingarnevndin hesar grundgevingar:
Virðislønin fyri Ársins grøna stovn verður latin til stovn, har metingarnevndin er púra samd, at her er stovnur, ið er komin heilt langt áleiðis og hevur rokkið fleiri málum at minka um orkunýtslu til bæði upphiting og ravmagn, ið hevur fingið í lag vælvirkandi ruskskiljing har pappír, matleivdir, battaríir og annað rusk alt verður tikin inn til hagreiðing. Nakað fer til beinleiðis endurnýtslu, annað er vandamikið rusk, meðan matleivdir fara til kompost, har tøðini verða nýtt í viðarlundini og aðrari gróðurseting, ið skapt er kring stovnin farnu 10 árini.
Skráir og ætlanir eru lagdar har myndugleikar, starvsfólk og brúkarar í felag skipa grønu verkætlanina, ið støðugt er í menning og útbygging. Við framskygni og við áhaldandi at menna grøn tiltøk, er hesin stovnur fyrimyndarligur og eitt gott dømi um, hvussu slíkir stovnar kunnu skipast.
Besta Átak
Til kappingina um Besta átak, høvdu tríggjar kommunur meldað seg til. Her metti metingarnevndin seg ikki kunna stuðla nakað av uppskotunum, og skjeyt tí sjálv upp at geva virðislønina til sjálvsognarstovnin Dugni við teim báðum verkstøðunum Endurnýtsluhøllin á Kambsdali og Tinghúsið inni á Hjalla.
Elin Lindenskov, býráðslimur og formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini hjá Tórshavnar kommunu, avdúkaði vinnaran við hesum grundgevingum frá metingarnevndini:
Metingarnevndin hevur gjørt av at innstilla ein sjálvsognarstovn fyri bæði at hugsa um at nýta minni og serstakt um at bøta um og seta í stand brúktar lutir, ið kunnu seljast aftur fyri lítla upphædd og endurnýtast. Endurnýtslufyribrigdið er ikki ókent, men meta vit tó at stovnurin, eisini við sínum starvsfólkapolitikki, hevur rós uppiborið og at verða kosin Besta átak 2010.
Við hesum vóru allir vinnarar avdúkaðir og tók Kári Thomsen frá Agenda 21 Stovuni hjá Føroya Kommunufelag samanum, ynskti tillukku, og greiddi í stuttum frá hvussu átakið varð skipa í ár og at fyriskipararnir og metingarnevnd, vildu gera sítt til at vit fáa eitt enn meira áhugavert og uppbyggjandi umhvørvisátak í 2012.
Umhvørvisátakið er afturvendandi tiltak, sum verður skipað í samstarvi millum Agenda 21 stovuna, Visit Faroe Islands, Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag og Umhvørvisstovuna. Tað er Innlendismálaráðið sum fíggjar tiltakið.
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 ella við at senda okkum ein teldupost www.us.fo