Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Bert stálhøgl eru loyvd á skjótivøllinum í Norðskála

Sunda Byrsufelag hevur ein skjótivøll á Norðskála. Á skjótivøllinum verður skotið eftir leirdúgvum, ið verða kastaðar út við kastimaskinum. Vanliga verður skotið tveir dagar um vikuna. Harumframt væntar felagið at hava eina skjótikapping um árið.

Í umhvørvisgóðkenningini verða krøv sett til skjótivirksemið. Millum annað er ikki loyvt at brúka blýggjhøgl, men einans stálhøgl, umframt at einans tær til eina og hvørja tíð mest umhvørvisvinarligu dúgvurnar skulu nýtast.

Umhvørvisgóðkenningin sæst her

Kæruvegleiðing

Góðkenningin kann kærast til landsstýrismannin í umhvørvismálum (Innlendismálaráðið). Kærufreistin er fýra vikur frá tí at góðkenningin er almannakunngjørd.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, spyr eftir Jóhannu Olsen, ella send okkum ein teldupost us@us.fo.

Les meira um umhvørvisgóðkenningar her