Bara 30 prosent av einnýtisíløtum verða latin innaftur
Hetta hevur ikki bara størri burturkastnøgd á brennistøðunum, men eisini, at Føroya fólk hevur mist umleið 1,2 milliónir krónur, sum tey høvdu fingið aftur í panti, um íløtini vórðu latin inn aftur. Í staðin enda pengarnir hjá seljarum og innflytarum
Uppgerð hjá Umhvørvisstovuni vísir, at alt returprosentið fyri einnýtisíløt er umleið 30 prosent. Uppgerðin fevnir um tíðarskeiðið frá tí, at skipanin við einnýtisíløtum varð sett í verk í juli 2007 og tríggjar mánaðir fram. Mest kemur aftur av íløtum úr metali og glasi, umleið 45 prosent, men einans 5-10 prosent av plastíløtunum verða latin innaftur.
Nógvar grundir kunnu vera til, at bara 30 prosent eru komin retur tríggar teir fyrstu mánaðirnar, eitt nú:
1. at fólk mugu hava tíð at venja seg við, at einnýtisíløtini skula latast innaftur, og kanska vita ikki øll, at pant er lagt á einnýtisíløtini
2. at fleiri einnýtisíløt eru ikki komin retur ebb, men liggja í hjøllum, kjallarum og aðrastaðni í landinum. Vanligt er at lata fløskur inn við serlig høvi, til dømis á jólum og á ólavsøku.
3. Í fyrstani skrásettu nøkur teirra, ið hava fingið loyvi til at flyta inn, framleiða og selja einnýtisíløt ikki hvussu nógv einnýtisíløt komu inn aftur.
Ein grundin til, at so lítið kemur innaftur av einnýtisíløtum úr plasti, er helst, at pant fæst ikki fyri tey. Og tí verða tey yvirhøvur blakað burtur.
Tá íløt verða koyrd burtur, enda tey á brennistøðum og eru sostatt ein grundin til, at trupulleikin við teirri støðugt størri rusknøgdini vfersnar. Ein annar trupulleiki er, at summi einnýtisíløt eru gjørd úr aluminium, ið smeltar og setir seg fast í ristirnar í brenniovninum.
Harafturat fer tilfeingið, ið eigur at verða endurnýtt, til spillis. Verða aluminiumsíløtini ikki endurvunnin, verða nýggj gjørd úr nýggjari rávøru. Og soleiðis er rávøru- og orkunýtslan óneyðuga stór.
Tí er umráðandi, at einnýtisíløt ikki verða koyrd burtur, men latin inn aftur til endurnýtslu!
Í juni 2007 vórðu fyrstu loyvini latin í sambandi við at kunna flyta inn og selja øl, mineralvatn og lidnar leskidrykkir í einnýtisíløtum. Ein treyt í loyvinum er, at loyvishavarin skal millum annað skráseta, hvussu nógv verður selt, og hvussu nógv kemur aftur. Hesar upplýsingar skulu latast Umhvørvisstovuni eina ferð árliga, tó fyrstu ferð tríggjar mánaðir eftir, at loyvið er givið. Tað er við støði í hesum upplýsingum, at fyrsta uppgerðin er gjørd.
Listi yvir virkir, ið kunnu flyta inn einnýtisíløt er her
Vil tú vita meira um einnýtisíløt so ring til Jóhonnu Olsen, Umhvørvisstovan, tlf. 556422 ella send okkum ein teldupost hfs@hfs.fo