Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Bannað at søkkja skip

Havumhvørvislógin tilskilar greitt at tað er ólógligt at søkkja skip á firðum

Eftir at tað er komið fram, at ein bátur er søktur nakað út fyri Skipanesi, hevur Umhvørvisstovan hesar viðmerkingar um søkking av skipum og bátum kring firðir og oyggjar.

Søkking er bannað sambært § 17 í løgtingslóg nr. 59 frá 17. mai 2005 um verju av havumhvørvinum. Við hesi grein verður øll søkking (dumping) av evnum og tilfari bannað. Hetta fevnir eisini um skip og bátar.

Bannið hevur m.a. støði í altjóða sáttmálum, eitt nú OSPAR sáttmálanum um verju av havumhvørvinum í landnyrðingsatlantshavi, sum Føroyar hava tikið undir við.

Vilt tú hava meira at vita kanst tú venda tær til Jóhonnu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, telefon  342400, ella t-post johannao@us.fo