Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Avmarkingar í siglingarferð kring Ramsar-oyggjar

Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines, sum kom í gildi í 2017

Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy. 

Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.

Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.

Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.

Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.

Les meira um Ramsar-arbeiðið her

 

Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo