Avmarkingar í siglingarferð kring Nólsoy, Skúvoy og Mykines

Henda kunning verður løgd út fyri at minna skipa- og bátaeigarar um reglurnar í kunngerðini um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines.
Í kunngerðini er ásett, at í tíðarskeiðinum frá 15. apríl til og við 31. august er bannað at sigla skjótari enn 8 fjórðingar um tíman nærri enn 500 metrar úr landi kring alla oynna í Skúvoy og Mykinesi og kring partar av Nólsoy.
Óneyðugur gangur, t.d. harður tónleikur og sigling við vatnskootarum, er eisini bannaður í nevnda tíðarskeiði.
Endamálið er at geva fugli, sum reiðrast, frið.
Bannið fevnir um øll skip og allar bátar. Skip í fastari rutusigling eru undantikin, men skulu hesi før í størst møguligan mun avmarka ferðina, tá siglt verður nær landi í hesum økjum. Bannið er heldur ikki galdandi, um tað snýr seg um lív ella trygd hjá skipum ella bátum.
Her finnur tú kunngerðina um sigling kring Ramsar-oyggjarnar Nólsoy, Skúvoy og Mykines. Í kunngerðini eru myndir, sum vísa økini, har ferðaavmarkingin er galdandi.
Um tú hevur spurningar ella viðmerkingar er tú vælkomin at ringja til Umhvørvisstovuna, telefon 342400, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo