Atlantic Biotechnology góðkent
Umhvørvisstovan hevur hin 9. september 2009 umhvørvisgóðkent fiskavirkið Atlantic Biotechnology á Oyri
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á, at virksemið ikki elvir til luktampar ella ljóðampar í nærumhvørvinum. Eisini er dentur lagdur á, at útleiðingin av framleiðsluspillivatni verður hildin innanfyri tey mørk, sum eru mett umhvørvisliga trygg.
Virksemið umfatar framleiðslu av ymiskum marinum úrdráttum t.d. lýsi, protein og krotur. Rávøran er fiskur og fiskaúrdráttir. Talan er um ymisk sløg av fiski og úrdráttum og tí kann útlátið til luft og spillivatn verða ymiskt. Umhvørvisgóðkenningin hjá Atlantic Biotechnology kann lesast her.
Les meira um umhvørvisgóðkenningar her.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fýra vikur frá mikudegnum 9. september 2009 tvs. innan 7. oktober 2009.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.