Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Árinsmeting góðkend

Árinsmeting av útbyggingini av elverkinum á Sundi góðkend

SEV hevur søkt um góðkenning at byggja nýggja støð við fýra motorum í grótbrotinum vestan fyri verandi elverk á Sundi.

Sambært § 16 í elveitingarlógini skal ravmagnsframleiðari gera umhvørvisárinsmetingar, áðrenn loyvi til framleiðslu verður givið. Í árinsmetingini skal verða mett um, hvørjar møguligar fylgjur ætlaða virksemið kann hava fyri umhvørvið.

Nýggju motorarnir kunnu framleiða upp til 9,2 MW hvør. Reinsiverk, sum minkar um útlátið av nitrogenoxidum (NOx) við umleið 75%, er á øllum motorunum. 

Motorarnir fara í fyrstu syftu at framleiða elektrisitet úr tungolju, men kunnu umbyggjast til eisini ella bert at brúka natúrgass sum brennievni. Teir elstu motorarnir á verandi verki skulu vera til at taka í nøkur ár, tá stórur tørvur verður á orku ella onnur viðurskifti gera tað neyðugt. So hvørt varandi orkukeldur verða útbygdar, fer Sundsverkið at vera eitt verk til at taka og bert veita orku, tá onnur orka ikki er tøk. 

Umhvørvisstovan góðkennir umhvørvisárinsmetingina hjá SEV. Hetta hóast útlit ikki eru til, at framleiðslan av elektrisiteti við olju á Sundi minkar munandi komandi 10 árini. Hinvegin sær ikki út til, at hon fer at vaksa munandi. Umhvørvisstovan metir tí, at árinini á umhvørvið kring elverkið á Sundi sum heild fara at verða minni, enn tey hava verið seinastu mongu árini, av tí at verkið fer at hava fýra nýggjar og virknari motorar við nitrogenoxidreinsing av roykinum, sum frá líður lækkandi svávulinnihald í brennievninum, tryggari verju móti óhappum frá oljugoymslunum, betri spillvatnsskipan og betri ljóðdoyving á nýggjaru bygningunum. Árinini verða enn minni, um nýggja støðin sum frá líður fer at brúka natúrgass sum brennievni í staðin fyri tungolju.

Góðkenningin er almenn og kann síggjast her

Almenna lýsingin er her

 

Góðkenningin kann kærast


Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum.



Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her

Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 19. juni 2017.

 

Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ingvard Fjallstein, telefon 342400 ella us@us.fo