Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Arbeiðsbólkar vitja Umhvørvisstovuna

Í hesum døgum vitja tríggir arbeiðsbólkar undir norðurlendska ráðharraráðnum í Føroyum

Almenna norðurlendska samstarvið er millum tey elstu og mest umfatandi í heiminum. Politiska samstarvið er savnað í norðurlendska ráðharraráðnum og undir ráðnum finst ein hópur av arbeiðsbólkum. Tríggir av hesum vitja Umhvørvisstovuna nú um dagarnar.

Talan er um Klima- og Luftgruppen (KoL), Miljø og økonomigruppen (MEG) og Nordisk ad-hoc gruppe for globale klimaforhandlinger (NOAK).

KoL arbeiðsbólkurin birtir undir tey norðurlendsku málini at steðga álvarsomum umhvørvisbroytingum og byrgir fyri at luftdálking skaðar umhvørvið ella heilsuna hjá fólki. 

MEG arbeiðsbólkurin er ein tvígeiraður bólkur við einum mandati, ið verður góðkent av bæði umhvørvisgeiranum og fíggjargeiranum hjá Norðurlandaráðnum. Høvuðsuppgávan hjá MEG er at viðgera týðandi umhvørvisbúskaparlig mál av felags norðurlendskum áhuga.
 

Fremstu uppgávur hjá NOAK arbeiðsbólkinum eru at fyrireika og vera við í kanningum og verkætlanum, fyrireika týðandi fundi,r umframt at leggja ráðstevnur til rættis, ið stuðla norðurlendsku samráðingarfólkum í globalum tingingum.

Á myndini síggjast arbeiðsbólkarnir.

Nærri fæst at vita við at ringja til Suna Petersen, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo