Arbeiðið at taka upp í viðarlundunum eftir ódnarveðrið í vetur steðgar nú á í summar
Samstarvið ímillum Skógrøkt á Umhvørvisstovuni og tær tríggjar kommunurnar, ið eiga viðarlundirnar sum vórðu harðast raktar, hevur gjørt, at arbeiðið at taka upp eftir skaðarnar frá ódnunum seinasta vetur hevur gingið væl betur enn væntað

Eitt ógvuliga gott samstarv millum Skógrøkt á Umhvørvisstovuni og tær tríggjar kommunurnar, ið eiga viðarlundirnar sum vórðu harðast raktar, nevniliga Tórshavnar kommunu, Tvøroyrar kommunu og Klaksvíkar kommunu, hevur gjørt, at arbeiðið at taka upp eftir skaðarnar frá ódnunum seinasta vetur hevur gingið væl betur enn væntað. Enn er tó ikki komið á mál við at fáa økini aftur í fullgóðan stand. Nú kunnu tey vitjandi í viðarlundunum tó aftur ekkaleys njóta hesi økini uttan ampa frá skaddum trøum o.tíl., og til ber somuleiðis at kunna seg við, hvussu harðliga náttúrukreftirnar leika í, tá illa vil til.
Høvuðsarbeiðið hevur verið í viðarlundunum í Havn og í Hoyvík, í tøttum samstarvi við býargartnaran hjá Tórshavnar kommunu. Tað eru Tórshavnar kommuna og Landsstýrið sum eiga viðarlundirnar í hesum plássum. Harumframt hava fólk frá Skógrøkt verið ávísar dagar í Suðuroy og arbeitt saman við røktaranum hjá Tvøroyrar kommunu og hansara fólki, bæði í ávikavist Viðarlundini í Trongisvági og eisini í Viðarlundini við Suðuroyar Sjúkrahús. Á samsvarandi hátt hevur verið arbeitt saman við býargartnaranum hjá Klaksvíkar kommunu.
Mikudagin í síðstu viku vóru fólk frá Skógrøktini saman fólki frá Tvøroyrar kommunu eisini til arbeiðis í Viðarlundini í Trongisvági, har seinasta uppgávan við skógarhøgging hesumegin summarið varð avgreidd. Nógv er at gera har, bæði orsakað av skaðum frá ódnarveðrinum í vetur, men eisini tí at stórur tørvur er á at ávikavist tynna, tilskera og í aðrar mátar røkta í tí eftirverandi vøkstrinum. Harumframt tørvar gøtuskipanin í tí gamla partinum av Viðarlundini í Trongisvági ábøtur og uppstigan.
Tá summarviðlíkahaldið í viðarlundunum og frílendisøkjunum hjá ávikavist bæði Skógrøktini og kommununum er av í heyst, verður hildið fram við upptøkuni eftir vetraródnirnar.
Mynd nr. 1: Mortan, Helgi, Ingi og Don Terji arbeiða undan í Viðarlundini í Trongisvági.
Mynd nr. 2: Mortan í holtur við ein vasa av koppaðum trøum í Viðarlundini í Trongisvági. Hettar er ikki vandaleyst arbeiði.
Mynd nr. 3: Fleiri gamlar kempur í Viðarlundini í Trongisvági máttu lúta fyri ódnunum í vetur.
Nærri kunning fæst við at venda sær til Trónd Leivsson, landsskógarvørð á Umhvørvisstovuni, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.