Antines Iversen 45 ára starvsdag
Mánadagin tann 18. august 2008, hevði Antines Iversen landmátiteknikari 45 ára starvsdag á Matriklinum. Seinasta fríggjadag varð hann heiðraður á einum innanhýsis hátíðarhaldi á Umhvørvisstovuni.
Antines byrjaði í starvi á Matrikulstovuni hálvan august 1963. Tá Matrikulstovan í 2007 gjørdist partur av nýskipaðu Umhvørvisstovuni, helt Antines fram á nýggju lendisdeildini (matriklinum).
Ígjøgnum tey 45 starvsárini, hevur Antines verið við til matrikuleringina av øllum Føroyum. Henda byrjaði í 1962 og varð liðug í 1997. Sostatt hevur Antines eisini upplivað eina stóra broyting í arbeiðsviðurskiftunum. Tá hann byrjaði á Matrikulstovuni var vanligt, at matrikulfólkini vóru burturstødd í mánaðir, í sambandi við nýmatrikulering. Í dag er samferðslunetið so væl útbygt, at komast kann til øll støð í landinum, og heimaftur, sama dag. Eisini hava nútímans arbeiðsamboð, t.d. GPS’arin framt eina sanna kollvelding innan arbeiðið á matrikuløkinum, í starvstíðini hjá Antines.
Millum starvsfelagarnar er Antines Iversen kendur sum ein sera nærlagdur og álítandi starvsfelagi. Honum dámar serstakliga væl at vera úti og gera uppmátingar, og tað mann ikki vera nakar krókur eftir í landinum, sum Antines ikki hevur vitjað.
Umhvørvisstovan ynskir Antines Iversen hjartaliga til lukku við 45 ára starvsdegnum.