AMS Assessment 2009 Report
Umhvørvisstovan luttekur í PAME samstarvinum, sum snýr seg um at verja arktisku økini
Arktiska økið verður fyri munandi broytingum í komandi árum. Gagnnýtsla og umsiting av náttúruríkidømi, veðurlagsbroytingar og øktir møguleikar fyri skipaferðslu í økinum fara át ávirka verandi og framtíðar umstøðurnar í Arktis.
Økt virksemi og minkandi havísur gevur fleiri hugsandi møguleikar fyri, hvussu framtíðin verður við arktisku havøkini, norðurleiðina (Northern Sea Route) og útnyrðingsleiðina (Northwest Passage).
Framhaldandi minking av havísi fer sannlíkt at gera, at skipaferðsla verður møgulig størri part av árinum í øllum tí arktiska økinum, og harvið verða øktir møguleikar fyri at troyta náttúrutilfeingið í økinum.
Hesar broytingar geva bæði avbjóðingar og møguleikar fyri fólkið, sum har býr. Serliga fer ein økt skipaferðsla og møguligt frálandavirksemi at ávirka mentan og livimøguleikar hjá íbúgvunum í útjaðaranum, hvørs mentan og liviháttur partvís hevur verið vard av náttúruni og av at vera so fjarskotin.
Arktiska ráðið ásannaði hesar broytingar, og samtykti á ráðharrafundi í 2004 í Reykjavík at gera eina umfatandi kanning av, hvørja ávirkan broyttu umstøðurnar fóru at hava á møguleikar og avbjóðingar fyri fólkið í arktiska økinum.
Heitt varð á arbeiðsbólkin Protection of the Arctic Marine Environmen Working Groupt (PAME) um at standa fyri arbeiðinum, sum var liðugt fyrr í ár, tá frágreiðingin Arctic Marine Shipping Assessment 2009 Report varð góðkend á ráðharrafundi í Arktiska ráðnum í Tromsø.
Umhvørvisstovan hevur í fleiri ár luttikið í arbeiðinum í PAME, sum umframt áðurnevndu frágreiðing hevur gjørt fleiri aðrar frágreiðingar, sum kunnu síggjast á her.
Vilt tú vita meira kanst tú seta teg í samband við Suna Petersen, umhvørvisviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf. 232444 ella senda ein t-post á us@us.fo