Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Altjóða Skógarár 2011

ST hevur lýst árið 2011 at vera altjóða skógarár og eisini í Føroyum verður viðarvøkstur settur á breddan

ST hevur lýst árið 2011 at vera altjóða skógarár. Hettar er gjørt, tí ST ynskir at varpa ljós á alstóra týdningin, ið skógirnir kring um í heiminum hava á vælferðina hjá mannaættini eins væl og alstóra týdningin, hesin vøkstur hevur fyri náttúruna og fyri lívfrøðiliga margfeldi. ST ynskir at økja tilvitanina um týdningin av burðardyggari fyrisiting, varðveitslu og burðardyggari menning av øllum skógarsløgum til gagns fyri bæði samtíðar og framtíðar ættarliðum.

Meira fæst at vita um ST ætlanina her.

ST heitir á stjórnir og almennar myndugleikar, altjóða stovnar, felagsskapir og fyritøkur, umframt eisini á lokalar felagsskapir og onnur áhugað, um at skipa fyri tiltøkum at varpa ljós á jaliga týdningin av burðardyggari menning av heimsins skógarlendum.

Tað er Innlendismálaráðið, sum umsitur skógarmál í Føroyum. Almennu, skógfriðaðu viðarlundirnar í Føroyum eru undir fyrisitingarmyndugleika hjá Skógfriðingarnevndini, ið landsstýrismaðurin í innlendismálum tilnevnir sbrt. løgtingslógini um viðarlundir frá 1952. Umhvørvisstovan umsitur dagliga virkið vegna Skógfriðingarnevndina, og Tróndur Leivsson, landsskógarvørður, er skrivari nevndarinnar.

Føroyar eru limir í ST, og eru harvið eisini bundnar av viðtøkum framdar av ST. Skógfriðingarnevndin hevur samtykt at taka áheitan hjá ST í álvara um eisini at varpa ljós á altjóða skógarárið í Føroyum. Umframt at kunnað verður meira alment um skógar- og træplantingarspurningar, er ætlanin í heyst at skipa fyri ymsum tiltøkum: plantutiltaki, kunningartúri, fyrilestrum og eisini onkrari kapping fyri børn og ung. Í hinum Norðurlondunum verður eisini gjørt burturúr at markera altjóða skógarárið.

Nærri kunning fæst við at venda sær til landsskógarvørðin, Trónd Leivsson, tlf. 210966 ella TrondurL@us.fo.