ALTJÓÐA OZONDAGUR
Nú forboð er fyri at innflyta ozonoyðandi evni - við einstøkum undantøkum, so sum “endurvirkað freon” - kann staðfestast, at Føroyar loksins eru partur av altjóða samstarvinum um at verja ozonlagið. Eitt gott høvi at fegnast um hetta er í dag, 16. september 2011, sum er altjóða OZONDAGUR.
Innflutningur av kølievninum R-22
Síðani kunngerðin um ozonoyðandi evni varð sett í gildið í desember 2010, hevur Umhvørvisstovan veitt trimum innflytarum loyvi at innflyta ozonoyðandi kølievni R-22 (ella HCFC-22, tó ofta nevnt “freon”). Hesir eru P/F Leif Mohr, P/F Frost og Sp/F Clement Christiansen. Bann er móti at innflyta nýframleitt R-22, og tí kann einans endurvirkað R-22 flytast inn til landið.
Tað er eingin loyna, at nógvur ólógligur handil við R-22 kølievni gongur fyri seg um allan heim. Fløskur, sum skulu eitast at innihalda endurvirkað R-22, kunnu ístaðin innihalda nýframleitt R-22. Umhvørvisstovan krevur tí, at allar fløskur, sum verða innfluttar, eru væl merktar og at innflytarin kann skjalprógva, at talan er um endurvirkað R-22 kølievni.
Innflutningstøl
Myndin niðanfyri vísir føroyskan innflutning av R-22. Blái liturin vísa føroysku nýtsluna av R-22, meðan reyði liturin vísir, hvussu nógv R-22 varð innflutt og síðani selt til útlendsk skip. Av tí, at eingi tøl eru fyri sølu til útlendsk skip í tíðarskeiðinum 2003-2006, er henda søla ikki við á myndini niðanfyri. Tað er sannlíkt, at føroyska nýtslan hesi árini var nakað minni, enn stabbarnir á myndini vísa.
Orsøkin til økta innflutningin í 2007-2009 er, at grannalondini høvdu fingið reglur, sum bannaðu innflutningi av nýframleiddum R-22. Hetta gjørdi, at útlendsk skip keyptu bíligt nýframleitt R-22 kølievni í Føroyum. Orsøkin til stóra innflutningi í 2009 var helst, at fleiri valdu at keypa R-22 kølievni inn á goymslu, áðrenn nýggju reglurnar komu í gildið og meðan prísurin enn var lágur. Helst eru stóru goymslurnar orsøkin til, at innflutningur minkaði í 2010.
Halón-eldsløkkingarskipanir umborð á skipum – útskiftast áðrenn 2014
Enn eru fleiri skip í føroyska flotanum, sum brúka halón sum eldsløkkingarevni. Halón er ozonoyðandi evni, og er tí fevnt at nýggju reglunum, sum áseta, at eldsløkkiskipanir, eldsløkkjarar og aðrar vørur og útbúnaður, sum innihalda halón skulu vera tikin úr nýtslu í seinasta lagi 31. desember 2013. Hetta merkir, at skip við halón eldsløkkingarskipanum, hava góð tvey ár til at skifta skipanirnar út.
R-22 køliskipanir umborð á skipum – útskiftast áðrenn 2017
Somuleiðis eru eisini fleiri skip, sum hava R-22 køli- og frystiskipan. Kunngerðin um ozonoyðandi evni ásetur, at køli- og frystiútbúnaður, vørur og annar útbúnaður, sum inniheldur HCFC, og sum verður brúktur til vinnulig endamál – eisini á landi – skal vera tikin úr nýtslu í seinasta lagi 31. desember 2016.
Les meira
- Er ozonlaget reddet? – faldari
- Norsk faktaørk um náttúrlig kølievni
- ST ozon-skrivstovan (UNEP) – her er meir um altjóða OZONDAGIN
Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella Jóhonnu Olsen, stjóra, tlf. 342442, ella at senda okkum ein teldupost us@us.fo.