Alt fleiri íløt vera latin inn aftur
Nýggj uppgerð hjá Umhvørvisstovuni vísir, at fleiri einnýtisíløt vórðu latin inn í 2009 enn undanfarin ár. Í 2009 komu 66% av seldu íløtunum innaftur. Hetta er 16% meira enn í 2008.

Hóast fleiri íløt verða latin innaftur, metir Umhvørvisstovan, at sokallaða retur-prosentið eigur at vera eins høgt sum í grannalondum okkara, har tað vanliga liggur oman fyri 80%.
Fleiri íløt í skipanini
Sølan av einnýtisíløtum er í støðugum vøkstri, meira verður selt og meira verður latið inn. Hóast returprosentið hækkar ár um ár, vekstur talið av tómum íløtum, sum ikki verða latin innaftur eisini. Í 2009 vóru knapt 1,3 mió. íløt, sum ikki komu innaftur.
Ein orsøk til, at sølan av einnýtisíløtum øktist serliga nógv í 2009 er helst, at nakrir drykkir, sum áður vórðu seldir í endurfyllingaríløtum, nú fáast í einnýtisíløtum.
Fleiri dagførd og útgreinað tøl og grafar, kunnu síggjast her
Nærri fæst at vita við at ringja til Jóhannu Olsen, deildarleiðara á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.