Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Alsamt fleiri einnýtisíløt vera latin inn og endurvunnin

Í 2014 komu 87 % av øllum seldum einnýtisíløtum komu inn aftur.

Síðani 2007, tá fyrstu lovini vórðu latin til at innflyta, framleiða og selja drykkir í einnýtisíløtum, hevur Umhvørvisstovan gjørt upp, hvussu nógv av seldu íløtunum verða latin inn aftur og send til endurvinningar. 

Talið av seldum einnýtisíløtum økist ár undan ári, og í 2014 vórðu heili 9,3 mió. einnýtisíløt seld. Hetta er ein hækking upp á næstan 26 % í mun til 2013, tá 7,4 mió. íløt vórðu seld. 

Hóast næstan 2 mió. fleiri einnýtisíløt vórðu seld í 2014, og talið er økt munandi á hvørjum ári, hevur tað ikki havt eina neiliga ávirkan á, hvussu stórur partur er latin inn aftur. Tvørtur ímóti er parturin, sum er latin til endurvinningar eisini øktur á næstan hvørjum ári.  

 

Ár                 

% latið

til endurvinningar

 2007 33 %
 2008 53%
 2009 67 %
 2010  70 %
 2011 80 %
 2012  78 %
 2013 83 %
 2014 87 %

 

 

 

 

 

 

 

 

Alt bendir á, at tað, at lata tómu íløtini inn aftur, er við at gerst natúrligt partur hjá flestu brúkarum.

Við at endurvinna tilfarið í einnýtisíløtum, verður nøgdin av burturkasti minni, samstundis sum at rávøru- og orkunýtslan verður minni eins og útlátið av CO2.

Les meira um rutur-% í ársuppgerðini fyri 2014.

 Um tú vil hava meira at vita, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Heidi Mortensen, telefon 342400 ella us@us.fo