Alivirksemið í Fuglafirði góðkent av nýggjum
Alt alivirksemið í Føroyum hevur seinastu 10-15 árini verið umhvørvisgóðkent, men nú er Umhvørvisstovan farin í holt við at endurnýggja allar góðkenningar, og sum ein liður í tí arbeiðnum, hevur Umhvørvisstovan nú endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina fyri alivirksemi í Fuglafirði.
Frá aling er ein ávís dálking, sum kann ávirkað umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá evnum, sum kunnu vera nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í samband við impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregniering við tíðini av og kunnu hópast upp.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Treyt er sett til at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum og um so er, at alivirksemið ávirkar botnumhvørvið ov nógv, skal alifelagið taka atlit at tí í sína framtíðar aliætlan. Eisini er dentur lagdur á, at innaneftirlit, umhvørvisstýrisskipan og skrásetingar eru sambært viðurkendum skipanum.
- Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her.
- Almenna lýsingin av góðkenningini er her.
- Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningarnar kunnu kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisárinsmetingina og/ella umhvørvisgóðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 16. august 2013.
Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, málsviðgera á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo