Alistøð í Hvalba góðkend
Hin 14. okt. 2010 varð alistøðin hjá P/F Faroe Cod Farming í Hvalba umhvørvisgóðkend.
Alistøðin á landi hjá P/F Faroe Cod Farm í Hvalba hevur fingið nýggja umhvørvisgóðkenning. Virkið hevur havt eina umhvørvisgóðkenning til aling av toski, sum var tíðaravmarkað.
Virkið hevur nú fingið umhvørvisgóðkenning til aling av laksi í kørum á landi. Framleiðslan verður skipað á tann hátt, at laksayngul verður keypt til støðina. Yngulin gongur á støðini, til hann er áleið 500 gramm, tá hann verður settur út á sjógv.
Umhvørvisstovan hevur, í sambandi við ásetanina av treytum í umhvørvisgóðkenningini, serliga hugt eftir viðurskiftunum í sambandi við spillivatn. Spillivatnið frá virkinum verður leitt í lokaðum røri beinleiðis út á sjógv har gott vatnskiftið er.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Almenna lýsingin av góðkenningini hjá P/F Faroe Cod Farming er her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her.
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra góðkenningina til Innlendismálaráðið.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein týðandi persónligan týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast Umhvørvisstovuni, Traðagøta 38, FO-165 Argir, í seinasta lagi fríggjadagin 12. november 2010.
Nærri fæst at vita við at ringja til Lenu Ziskason, Umhvørvisviðgeri á Umhvørvisstovuni, tlf. 342400, ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo