Aling á Sandsvág umhvørvisgóðkend
P/F Marine Harvest Faroes hevur fingið umhvørvisgóðkenning av alivirksemi á alifirði C-17, Sandsvág og Skúvoyarfjørður.
Aling á sjónum hevur eina ávísa dálking við sær, sum kann ávirka umhvørvið. Dálkingin stavar m.a. frá fóðri og skarni. Fóður, sum ikki verður etið, saman við skarni frá fiskinum, søkkur niður á botn, har tað kann hópast upp. Harafturat kemur ein ávís dálking frá heilivági og evnum, sum verða nýtt til at viðgera aliútgerðina. Tað er serliga kopar, sum ofta verður nýtt í samband við impregnering av alinótum. Meðan nótirnar liggja í sjónum, detta flakar av impregnering við tíðini av og kunnu hópast upp.
Á Sandsvatni er ein av størstu sílastovnum í Føroyum. Kanningar gjørdar aðrastaðni benda á, at aling kann ávirka sjósílastovnin, serliga um lúsatrýstið verður størri.
Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at tey evni, sum nýtt verða í alivirkseminum, ikki hava árin á umhvørvið. Í góðkenningini eru m.a. settar treytir um, at alifelagið ger regluligar kanningar av botninum undir aliringunum, og at alifelagið skal taka atlit at úrslitunum av botnkanningunum í síni framtíðar aliætlan. Verður dálkingin ov stór, kann Umhvørvisstovan seta forboð fyri at seta fisk út aftur á staðnum. Harafturat er dentur lagdur á, at alingin í minst møguligan mun ávirkar sílastovnin á staðnum, og eru treytir settar um, at P/F Marine Harvest Faroes skal gera eina ætlan fyri kanningar av, hvussu aling á staðnum ávirkar lúsatrýstið á sjólsílastovnin, eftir at laksur er settur út.
Umhvørvisgóðkenningin kann lesast her
Les um umhvørvisgóðkenningar og umhvørvisgóðkend virki her
Góðkenningin kann kærast
Tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. Les meira um at kæra her.
Møgulig kæra skal sendast til Umhvørvisstovuna, Traðagøta 38, 160 Argir, í seinasta lagi mikudagin 22. apríl 2015.

Vil tú vita nærri ber til at venda sær til Lenu Ziskason, á tlf. 342400 ella senda ein t-post á us@us.fo