Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

Orka

Yvirskipaða endamálið á orku- og elveitingarøkinum er at tryggja bíliga, trygga og burðardygga orku. Orkupolitikkurin snýr seg tískil einamest um at minka um oljunýtsluna og at gagnnýta náttúrugivna orkutilfeingið á besta hátt við fyriliti fyri búskapi, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.

Aðalmálið er, at Føroyar skjótast gjørligt gerast óheftar av jarðrunnum brennievnum og í størri mun nýta varandi orkukeldur, eins og umráðandi er, at Føroyar sjálvar hava ræðið á hesum so týðandi luti, bæði búskaparliga og umhvørvisliga.

Á hesi síðu

Orkupolitikkur

Endamálið við orkupolitikkinum er at gera okkum óheftari at olju við at økja um nýtsluna av varandi orkukeldum og við at gagnnýta orkutilfeingið á besta hátt, tá ið hugsað verður um búskap, veitingartrygd, náttúru og umhvørvi.

Orkurensl í Føroyum

Norðurlendskt samstarv

Umhvørvisstovan luttekur í Norðurlendskum samstarvið innan orkuskifti.

Vegleiðing um hitapumpuskipan

Ætlar tú at fáa tær eina hitapumpuskipan, so er at seta seg í samband við ein ella fleiri góðkendar hitapumpuveitarar, og fá góð ráð. Allir  hitapumpuveitarar veita ráðgeving um jarðhita og hitapumpur.

Góðkendir hitapumpuinstallatørar til hitapumpuskipanir

Blue Ocean spf
Fútalág 21, FO-100 Tórshavn
Telefon+298 257159
Teldupostur: hansadju@olivant.fo                                                                                                  Heimasíða:

ATEK
v/ Anselm Højgaard                                                                                                                                      Niðari vegur 21, FO-660 Søldarfjørður
Telefon+298 258935
Teldupostur:                                                                                                                                          Heimasíða:

HJ EL
Heygsvegur 9, FO-100 Tórshavn
Telefon+298 289518
Teldupostur:                                                                                                                                          Heimasíða:

West Clear
Hornavegur 11, FO-350 Vestmanna
Telefon+298 217621
Teldupostur: vt@olivant.fo                                                                                                                Heimasíða: w-t.fo

Termel spf
Smæruteingur 6, FO-360 Sandavágur
Telefon+298 220425
Teldupostur: termel@termel.fo                                                                                                              Heimasíða: termel.fo

Orkuklima spf
Norðari Ringvegur 11, FO-100 Tórshavn
Telefon+298 272127
Teldupostur: info@orkuklima.fo
Heimasíða:

Effo pf
Óðinshædd 5, FO-100 Tórshavn
Telefon+298 343500
Teldupostur: effo@effo.fo
Heimasíða: effo.fo

GE ívf
Prestvegur 9, FO-700 Klaksvík
Telefon:
Teldupostur:
Heimasíða:

Leif Mohr pf
Hoyvíksvegur 53, FO-100 Tórshavn
Telefon +298 311220
Teldupostur: lm@lm.fo
Heimasíða: lm.fo

MR-el spf
Bryggjan 3, FO-900 Vágur
Telefon +298 626200
Teldupostur: mrel@mrel.fo
Heimasíða:

Helgi Nolsøe
Áarrás 11, FO-165 Argir
Telefon +298 216807
Teldupostur:
Heimasíða:

Kramm spf
Við Kykslið 2, FO-900 Vágur
Telefon +298 626000
Teldupostur:
Heimasíða:

Electric spf
Skraddaragøta 10, FO-360 Sandavágur
Telefon +298 262557
Teldupostur: electric@electric.fo
Heimasíða: electric.fo

Zacharias Leitisstein pf
Mylnuvegur 1, FO 620 Runavík
Telefon 448233
Teldupostur: leitisstein@leitisstein.fo
Heimasíða: leitisstein.fo

Blikksmiðjan pf
Klaksvíksvegur 76, FO 700 Klaksvík
Telefon 455579
Teldupostur: blikk@blikk.fo
Heimasíða: blikksmidjan.fo

TTS
Oyrarvegur 53, FO 700 Klaksvík
Telefon 470600
Teldupostur: info@tts.fo
Heimasíða: tts.fo

Orkuloysnir spf
Gerðisbreyt 6, FO 176 Velbastaður
Telefon 586113
Teldupostur: er@orkuloysnir.fo
Heimasíða:

BJØRNIN spf
á Ryggi 49, FO 270 Nólsoy
Telefon 281818
Teldupostur:
Heimasíða:

Tangavirkið pf
Bryggjan 2, FO 900 Vágur
Telefon  373065
Teldupostur: mortan@tangavirkid.fo
Heimasíða: tangavirkid.fo

Signar Kallsberg spf
Dalavegur 7, FO 750 Viðareiði
Telefon 454525
Teldupostur: signar@skallsberg.fo
Heimasíða: signarkallsberg.fo

Vatn & hiti spf
Líðarvegur 54, FO 900 Vágur
Telefon: 224915
Teldupostur:
Heimasíða:

Klima Energi Service (KES)
Fjalsvegur 13, FO 530 Fuglafjørður
Telefon 258030
Teldupostur: info@kes.fo 
Heimasíða: www.kes.fo

ÁWAY Service spf
Tróndargøta 63, FO 512 Norðragøta
Telefon 471717
Teldupostur: away@away.fo
Heimasíða: away.fo

KBI
Klingrugarður 2, FO-700 Klaksvík
Telefon 610200
Teldupostur: info@kbi.fo
Heimasíða: kbi.fo

C. Christiansen spf
Niels Finsens gøta 43, FO-100 Tórshavn
Telefon 212204
Teldupostur: info@hitapumpur.fo
Heimasíða: hitapumpur.fo

Kelvin spf
Niels Finsens gøta 43, FO-100 Tórshavn
Telefon 212204 ella 288267
Teldupostur: info@hitapumpur.fo
Heimasíða: hitapumpur.fo

VVS Import spf
Neslíð 2, FO-350 Vestmanna
Telefon 560096
Teldupostur: vvs@vvs.fo
Heimasíða: vvs.fo

FROST pf
Landavegur 32, Postrúm 3244, FO-100 Tórshavn
Telefon 311124
Teldupostur: frost@frost.fo
Heimasíða: frost.fo

HITI spf
Einargøta 4
FO-188 Hoyvík
Telefon 891717
Teldupostur: hiti@hiti.fo
Heimasíða: hiti.fo

RenoVent spf
Bryggjan 1, FO-420 Hósvík
Telefon: 661100
Teldupostur: renovent@renovent.fo
Heimasíða: renovent.fo

DEMICH pf
Stiðjagøta 2, FO-110 Tórshavn
Telefon: 350300
Teldupostur: demich@demich.fo
Heimasíða: demich.fo

Maria Poulsen pf
Smyrilsvegur 8, FO-100 Tórshavn
Telefon: 312000
Teldupostur: mp@mp.fo
Heimasíða: mp.fo

Svend Krosstein pf
Falkavegur 6, FO-110 Tórshavn
Telefon: 344600
Teldupostur: krosstein@krosstein.fo
Heimasíða: krosstein.fo

Góðkendir brunnborar

Effo Helluorka spf
Óðinshædd 3, FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 343500
Teldupostur:
Heimasíða:

Brunnboring spf
Mylnuvegur 1, FO-620 Runavík
Telefon: +298 2082200
Teldupostur: torkil@brunnboring.fo
Heimasíða: brunnboring.fo

Hitaboring spf
Frammi í Gerði, FO-340 Kvívík
Telefon:
Teldupostur:
Heimasíða:

MS Grevstur
Fossávegur 9, FO-730 Norðdepil
Telefon +298 227626
Teldupostur:
Heimasíða:

Bora spf
Geilin 38
700 Klaksvík
Telefon: +298 288433
Teldupostur: oh@bora.fo 
Heimasíða: bora.fo

Jarðhiti pf
Stiðjagøta 2
Postboks 378
FO-110 Tórshavn
Telefon 278200
jardhiti@jardhiti.fo

Tá ið tú hevur valt ein góðkendan hitapumpuveitara, virkar hesin í flest øllum førum sum bindilið millum teg, kommunu og borifelag. Hitapumpuveitarin letur umsókn við øllum viðkomandi upplýsingum inn til kommununa. Tað er kommunan sum veitir endaligt loyvi til eina jarðhitaskipan.

Gott at vita:

  • Lóg og kunngerð um elriknar  hitapumpuskipanir komu í gildi 2012, sum broytt við løgtingslóg og kunngerð í 2017. Lógin setir krøv um at bæði brunnborari og hitapumpuveitari eru góðkend. Staðseting til borihol ger hitapumpuveitarin í samráði við teg og brunnborifelag.
  • Kommunan sendir umsókn til ummælis hjá Umhvørvisstovuni. Umhvørvisstovan sendir ummæli til kommununa.
  • Tað er lógarkrav at brunnborifelagið sendir upplýsingar um jarðhitaboringina til kommununa og Umhvørvisstovuna. Hesar dátur verða brúktar í samband við skráseting av jarðhitaholi á kortal.fo
  • Tað er eisini lógarkrav, og ábyrgd umsøkjarans, at finna góðkendan hitapumpuveitara til at undirskriva eina viðlíkahaldsavtalu av hitapumpuskipanini.
  • Fyri at fáa mvg afturgoldið fyri eina elrikna hitapumpuskipan, er lógarkrav at  hitapumpuveitarin er góðkendur.

MVG afturbering

Fært tú tær hitapumpuskipan, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið meirvirðisgjaldið á útbúnaðinum og arbeiðinum at seta hann upp. Gev gætur, at tú fært ikki endurgoldið meirvirðisgjaldið á tí útbúnaði og arbeiði, sum skal til fyri at knýta skipanina víðari inn í húsini.

Frá 1. janaur 2024 er endurgjaldsstigin soleiðis:
Í 2024 verður 100% av meirvirðisgjaldinum endurgoldið, í 2025 verður 75% endurgoldið, í 2026 50% endurgoldið og í 2027 25% endurgoldið.
Í 2028 og fylgjandi ár verður einki meirvirðisgjald endurgoldið.

Frágreiðingar um orkuviðurskifti

Orkuútbyggingarætlan fyri Føroyar

Høvðusfrágreiðing

Modelútrokningar

Samandráttur

Orka.fo

Orka.fo er ein óheft síða. Vit savna royndir og vitan, og royna ikki at selja tær nakað. Vit taka fegin ímóti spurningum. Teir verða svaraðir av fólki, sum arbeiða við orku á Umhvørvisstovuni.  

Á orka.fo er vitan tøk hjá teimum, sum umhugsa, hvussu húsini skulu hitast. Hvør besta loysnin er, veldst um hús og umstøður. Vit savna tí royndir frá ymsum húskjum við ymsum tørvi, sum hava valt ymisk sløg av hitapumpum. Eisini ber til at gera orkumetingar og samanberingar fyri tíni egnu hús, umframt at síggja mátingar fyri nøkur hús.