Umhvørvisstovan á Vísindavøku 2026
Vísindavøkan 2026 verður hildin í Kongshøll fríggjadagin 25. september 2026. Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Vísindavøkan 2026 verður tann 19. í røðini.

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Umhvørvisstovan luttekur á Vísindavøkuni við tveimum framløgum í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum:
Halla W. Reinert fer at hava framløguna: Frá ráum dátum til veruliga vitan – metadátugrunnurin
Gethin W. Roberts hevur framløguna: Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting. Framløgan verður hildin á enskum.
Øll skráin fyri vísindavøkuna sæst her.
Tiltakið verður stroymt á hesum leinki.
Harafturat fer Umhvørvisstovan at hava ein bás á svalanum. Hesin er serliga til børn og ung, men vaksin eru eisini vælkomin framvið. Evnið á básinum hjá Umhvørvisstovuni í ár er ”Grøn orka”.
Barbara Leone fer harumframt, vegna Umhvørvisstovuna, at luttaka í snarrøðukappingini.

