Vísindavøka 2026
25. september 2026 kl. 09.00 - 15.00
Sjóvinnuhúsið
25 september @ 09:00 – 15:00
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við, og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.
Vísindavøkan 2026 verður tann 19. í røðini. Hon verður hildin tann 25. september í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Í vikunum undan Vísindavøkuni verður farið kring landið við Vísindavøku á ferð.

