Hátíðarhald fyri rundum starvsdøgum á Umhvørvisstovuni

Á Umhvørvisstovuni hava vit nýliga havt eitt hugnaligt hátíðarhald fyri trimum starvsfólkum, sum hava nátt ein serligan varða í arbeiðslívinum. Eitt starvsfólk hevði 40 ára starvsdag, og tvey starvsfólk høvdu 25 ára starvsdag.
Jón B Niclasen hevur 40 ára starvsdag tann 29. mai 2026. Jón hevur starvast á Matrikulstovuni, og síðani á Umhvørvisstovuni síðan 2007, tá Matrikulstovan var løgd út á Umhvørvisstovuna. Jón er útbúgvin landmálingsteknikari, og hevur í síni drúgvu tænastu arbeitt við matrikuleringum og útskifting í samfull 40 ár. Við sínum drúgvu royndum, arbeiðssemi og fakligheit verið ein týðandi partur at matikulumsitingini, frá alt arbeiði var gjørt á pappíri, til at tað í dag í høvuðsheitum er talgilt.
Katrin Hoydal hevur 25 ára starvsdag í 2026. Katrin byrjaði á Verkætlanardeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni í 2000 og flutti út á Umhvørvisstovuna tá verkætlanardeildin og umhvørvisdeildin fluttu í 2008. Katrin er útbúgvin lívfrøðingur og PhD, og hevur starvast við umhvørvisgransking, herundir serliga við AMAP. AMAP (Arctic Monitoring and Assessment Programme) er eitt altjóða samstarv, sum savnar og greinar dátur um dálking (so sum kyksilvur og PFAS), og um veðurlagsbroytingar fyri at kunna ráðgeva um umhvørvisstøðuna í Arktis. Við hennara drúgvu royndum, arbeiðssemi og nærlagni, hevur Katrin verið ein týðandi partur av umhvørvisgranskingini í Føroyum. Í dag leiðir Katrin granskingararbeiðið innan umhvørvisgransking og lutvíst náttúrugransking, sum verkætlanarleiðari fyri granskingarverkætlanina um føroyskar firðir, EcoFar.
Maria Gunnleivsdóttir Hansen hevur eisini 25 ára starvsdag í 2026. Maria byrjaði í 2001 á táverandi umhvørvisdeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovunií sambandi við, at Føroyar fóru undir at leita eftir olju. Maria er útbúgvin lívfrøðingur, og hevur drúgvar royndir innan umhvørvisfyrisiting og hevur hon verið við til at menna føroyska umhvørvisfyrisiting og lóggávu. Í dag stendur Maria fyri árligu fráboðanini til ST fyri útlát av vakstrarhúsgassi og er ein av høvuðsfyriskiparunum av árliga Veðurlagsdegnum. Hon hevur verið partur í at arbeiða við Ramsar-sáttmálanum og leiða lokalu Ramsar-nevndirnar í Mykinesi, Skúvoy og Nólsoy. Harumframt hevur Maria í nógv ár umboðað Føroyar í norðurlendskum veðurlags- og umhvørvissamstarvi í millum annað smátjóðasamstørvum, náttúru og ringbúskapi. Við hennara drúgvu royndum, nærlagni og áhaldni, hevur Maria verið ein virkin og týðandi partur av náttúru- og umhvørvisfyrisitingini í mong ár.
Við sínum arbeiðssemi, royndum og íkasti hava Jón, Katrin og Maria verið við til at menna og styrkja Umhvørvisstovuna.
Umhvørvisstovan fegnast um, at starvsfólk velja at vera trúgv í tænastu, og vilja vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við starvsdøgunum og takka fyri teirra stóra íkast gjøgnum árini.
Vit gleða okkum til framhaldandi gott samstarv og vónandi fleiri góð ár saman.

