Umhvørvisgóðkenning til lívfiskastøð hjá P/F Bakkafrost Freshwater í Svínoy

Umhvørvisstovan hevur hin 4. juni 2026 givið umhvørvisgóðkenning til lívfiskastøðina hjá P/F Bakkafrost Freshwater á Handansvegi 17 (matr. nr. 90 d) í Svínoy. Góðkenningin hevur heimild í kapitli 5 í løgtingslóg um umhvørvisvernd.
Virksemið fevnir um aling av lívfiski og framleiðslu av rognum (aliloyvi L-09). Støðin er ein umbygging av fyrrverandi rognkelsisstøð til lívfiskastøð. Sambært umsóknini verða árliga umleið 2.500 smolt (80–100 g) flutt frá lívfiskastøðini L-01 við Áir til lívfiskastøðina í Svínoy. Eftir umleið tveimum árum verða umleið 1.000 fiskar, sum væntandi í miðal viga umleið 12 kg, fluttir til búning í feskvatnskør. Tá kvennfiskarnir eru búnir, verða teir stroknir, og verða umleið 10 mió. ógitin rogn síðani flutt til L-01 við Áir.
Umhvørvisstovan metir, at størsti umhvørvisligi vandin er knýttur at útláti við spillivatni. Spillvatnið inniheldur skarn og fóðurleivdir frá framleiðsluni. Harafturat er handfaring av olju og kemikalium, burturkasti og óljóði viðkomandi viðurskifti.
Tí eru settar treytir til m.a. handfaring og eftirlit við spillivatni, goymslu og handfaring av olju/kemikalium, burturkasti og mannagongdir fyri eftirlit, viðlíkahald og tilbúgving. Í góðkenningini er eisini treyt sett um, at lata Umhvørvisstovuni uppskot til varandi loysn fyri spillvatnsleiðingina og at fremja hesa loysnina innan ásetta freist.
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kæra skal sendast Umhvørvisstovuni innan fýra vikur frá tí degi, tá góðkenningin er almannakunngjørd.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Almenna kunngerðin við kæruvegleiðing sæst her

