Altjóða endurnýtsludagur – 18. mars

Í dag, 18. mars, er altjóða endurnýtsludagur. Endurnýtsla er ein týdningarmikil liður í burðardyggari menning. Tá vit endurnýta, minka vit um burturkast, um nýtslu av nýggjum náttúrutilfeingi og tálma útlátinum av vakstrarhúsgassi. Tað er bæði gott fyri náttúruna og okkara framtíð.
Størsti burturkastflokkurin, sum verður endurvunnin, er jarn og metal (sí mynd 1 niðanfyri). Í tíðarskeiðinum frá 2012 til 2024 hevur jarn og metal fylt umleið helmingin av skrásettu burturkastnøgdini, sum verður endurvunnin í Føroyum. Hin helvtin er vanligt burturkast uttan jarn og metal (u/jarn og metal), spillolja og dálkandi burturkast uttan spillolju (u/spillolju).

Um jarn og metal verður tikið burturúr hagtølunum, sæst at nøgdin av vanligum burturkasti, sum fer til endurvinningar, er støðugt er vaksandi frá 3.650 tonsum í 2020 til góð 5.000 tons í 2024 (sí mynd 2 niðanfyri).

Ringbúskapur er ein skipan, har vørur og tilfar verður umvælt, skilt sundur og lutað við onnur (deilt) og nýtt umaftur ístaðin fyri at verða blakað burtur. Við hesum verða vørur og tilfar longri í nýtslu og í ringrás, og minkað verður samstundis um nøgdina av burturkasti og tørvin á at nýta orku til at framleiða nýggjar vørur úr tilfari úr náttúruni, sum hevur avmarkað tilfeingið at taka av.
Á mynd niðanfyri sæst ringbúskapur í verki, sum verður lýst við byggivinnuni sum dømi.

Enn er tó langt á mál, um Føroyar skulu røkka ringbúskapi fyri burturkastøkið, tí hóast nøgdin av burturkasti, sum verður endurvunnin, er vaksandi, veksur eisini samlaða nøgdin av burturkasti. Tí er býtið millum viðgerðarflokkarnar: brent, endurvunnið og tyrvt burturkast støðugt (sí mynd 4 niðanfyri).

Hevur tú hug at gera mun?
- Skil títt burturkast – eitt nú við at hava sankutøð (kompost)
- Minka um tína nýtslu
- Vel at endurnýta

