Umhvørvisárinsmeting fyri lítið vatnorkuverk í Stórá í Bø í hoyring
Umhvørvisárinsmetingin fyri eitt lítið vatnorkuverk í Stórá í Bø er nú løgd út til almenna hoyring.
Metingin lýsir m.a. vatninntakið, rørleiðingina og verkið.
Verkætlanin hevur sjálvirkandi stýring, har vatntøkan verður regulerað í stigum. Minsta rennsli í ánni, meðan myllan koyrir, er 40 l/s.
Umhvørvisárinsmetingin kann síggjast her
Hoyringarfreistin er 6 vikur.
Møgulig hoyringarsvar skulu í seinasta lagi mánadagin 27. apríl 2026 sendast til:
Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-160 Argir ella til us@us.fo.

