Umhvørvisgóðkenning, oljugoymsla hjá P/F Magn við Grótrætt, í Klaksvíkar kommunu

Við hesum verður kunngjørt, at Umhvørvisstovan hin 06. februar 2026, við heimild í løgtingslóg um umhvørvisvernd, við seinni broytingum, hevur góðkent:
Oljugoymslu hjá P/F Magn við Grótrætt, í Klaksvíkar kommunu.
Góðkenningin er almenn og kann síggjast á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.
Umhvørvisgóðkenningin sæst her
Avgerðin kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Møgulig kæra skal í seinasta lagi 9. mars 2026 sendast til: Umhvørvisstovan, Traðagøta 38, FO-165 Argir ella til us@us.fo. Umhvørvisstovan sendir síðani kæruna til landsstýriskvinnuna saman við viðkomandi skjølum.

