Nýggir avrokningarprísir fyri sólorku
Sev letur nú hægri prís fyri sólorkuna, sum kemur inn á elnetið.

Verandi prísskipan verður broytt soleiðis, at fyri smærri sólorkuverk, t.e. upp til 11 kW, hækkar prísurin úr 0,75 kr. pr. kWt upp í 1,45 kr. kWt.
Fyri størri sólorkuverk, t.e. yvir 11 kW, á egnum bygningum hækkar prísurin upp í 2 kr. kr. kWt fyrstu 12 árini av loyvistíðarskeiðnum, og verður 1 kr pr. kWt fyri eftirfylgjandi 8 árini av írestandi loyvistíðarskeiðnum.
Sambært orku- og veðurlagspolitikkinum er málið at minka um útlátið av vakstrarhúsgassi. Skal hetta mál náast, er neyðugt komandi árini at gera stórar útbyggingar við varandi orku. Ein týðandi liður í hesi ætlan er, at fáa nøktandi grøna elframleiðslu um summarið frá sólorkuverkum.
Í løtuni eru uml. 50 størri og smærri góðkend sólorkuverk kring landið, sum framleiða elorku inn á elnetið hjá SEV. Broytingin í avrokningarskipanini er ætlað at eggja fleiri til at fara undir at framleiða sólorku inn á netið.
Nýggju avrokningarprísirnir fáa gildi 15. februar 2026.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til SEV.

