Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

900 tons av mati tveitt burtur á matstovum og stórkøkum um árið

Á matstovum og stórkøkum í norðurlondum verða á hvørjum ári tveitt 456.000 tons av góðum mati burtur. Í Føroyum svarar hetta til næstan 900 tons um árið

Hóast norðurlond seinastu árini hava roynt at minka um nøgdina av mati, sum verður tveittur burtur, fer framvegis nógvur góður matur fyri skeytið.

Nýggj kanning vísir, at matstovur og stórkøkar í norðurlondum tveita 456.000 tons av góðum mati burtur um árið. Hetta svarar til 18 kg fyri hvønn íbúgva.

Les meira her: http://www.norden.org/sv/aktuellt/nyheter/restauranger-och-storkoek-i-norden-slaenger-en-stor-del-av-maten

Vit hava áður kunnað um, at norðurlond tveita góðan mat burtur fyri 30 milliardir krónur um árið. Hetta svarar til, at vit í Føroyum tveita mat burtur fyri 60 mió. kr. um árið.

Les meira her: https://www.us.fo/Default.aspx?ID=10640&PID=23297&NewsID=4041

 

Vilt tú vita meira um kanningina, kanst tú seta teg í samband við Suna Petersen, tlf. 232444, SuniP@us.fo