Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

80 % av øllum seldum einnýtisíløtum komu inn aftur í 2011

Hetta svarar til, at 8 út av 10 seldum einnýtisíløtum verða latin inn aftur. Hesi verða øll send til endurvinningar.

Aftur í 2011 var ein øking í returprosentinum av einnýtisíløtum í mun til undanfarin ár. Skipanin vaks í 2011 til at umfata góðar 6,5 mió. íløt, harav umleið 5,2 mió. íløt vórðu latin inn aftur. Hetta svarar til, at 80 % av seldu íløtunum vórðu latin inn aftur, sum eru heili 10 prosentstig meira enn í 2010.

Hetta er ein sera stór framgongd, og kundi týtt uppá, at tað, at lata tómu íløtini inn aftur, er við at gerast ein natúrligur partur í gerandisdegnum hjá flestu brúkarum. Um vit samanbera okkara tøl við hini norðurlondini, so liggja vit kortini nakað niðan fyri teirra returprosent, sum vanliga liggja nakað oman fyri 80 %.

Tá nýggjar vørur verða framleiddar av endurvunnum tilfari, verður minni rávøra og minni orka nýtt, burturkastnøgdin minkar, og minni CO2 verður leitt út  – til frama fyri umhvørvið,  og harvið okkum sjálvi og komandi ættarlið.
 

Les meira um retur-% her.

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.