Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

70% av einnýtisíløtunum koma retur

Umhvørvisstovan hevur gjørt upp samlaða returprosentið fyri einnýtisíløt fyri 2010. Tølini, vit hava móttikið, vísa, at samanlagt eru 70% av tómu einnýtisíløtunum komin innaftur í 2010.

Vit kunnu staðfesta, at vit aftur í 2010 síggja eina øking í returprosentinum. Somuleiðis síggja vit aftur í 2010 eina stóra øking í søluni av einnýtisíløtum. Skipanin er vaksin hvørt ár, og í 2010 eru góð 4,9 mió. íløt umfatað av skipanini. 

Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir retur-% síðani skipanin fór at virka í juli 2007.

Retur %2007200820092010
Metal38687568
Glas38385728
Plast13296374
Íalt33536770

Verður hugt eftir talinum av íløtum í staðin fyri %-um sæst, at hóast vit kunnu staðfesta eitt hægri retur-%, so er talið av íløtum, sum ikki verða latin inn aftur økt ár fyri ár, og tað er ein keðilig gongd. Orsøkin til tað er, at talið av íløtum í skipanini økist. Í 2010 vóru tað næstan 1,5 mió. íløt, sum ikki komu inn aftur. 

Stk.SeldLatin innIkki latin innRetur %
20071.233.752404.817828.93533
20082.187.4271.151.3051.036.12253
20093.681.0162.468.1611.212.85467
20104.905.8283.427.4291.478.39970

Tað er sera týdningarmikið, at vit gerast betri til at lata tómu íløtini inn aftur. Tóm íløt, sum ikki verða latin inn aftur, tyngja okkara burturkastskipan óneyðugt ella liggja sløðast í náttúruni, í staðin fyri at verða endurvunnin. At so nógv íløt ikki koma inn aftur merkir eisini, at tað liggja góðar 3,1 mió. kr. eftir í óútgoldnum panti í 2010. 

Les meira her
 

Nærri fæst at vita við at ringja til Eyð Eidesgaard, málsviðgera á Umhvørvisstovuni, tlf.  342400 , ella við at senda okkum ein teldupost us@us.fo.