Einki úrslit
Fyrrverandi síða
Leiting framd av
Næsta síða

435 lesandi uttanlands ætla sær at velja til Løgtingsvalið

Til komandi løgtingsval hava 435 føroyingar í útbúgving uttanfyri Føroyar møguleika at greiða atkvøðu

Umhvørvisstovan umsitur landsfólkayvirlitið, sum tekur sær av vallistunum til løgtingsvalið. Tað eru kommunurnar, ið eftirkanna og góðkenna umsóknir frá føroyingum í útbúgving uttanfyri Føroyar. Kommunurnar senda landsfólkayvirlitinum góðkendu umsóknirnar, sum førir eitt samlað yvirlit yvir tílíkar veljarar.

Meginparturin av teimum lesandi búgva í Keypmannahavn og meginparturin av teimum lesandi hava eisini búð í Tórshavnar kommunu, áðrenn tey fluttu av landinum í lestrarørindum. Eisini eru lesandi, ið ætla sær á val í m.a. Avstralia, Norður Amerika, Íslandi, Noregi, Svøríki, Onglandi umframt fleiri londum í Evropa.

Lesandi í Danmark og Grønlandi greiða sína atkvøðu tey vanligu støðini har brævatkvøtt verður. Lesandi uttanfyri ríkið greiða atkvøðu á sendistovum og konsulatum. Síðani verða brævatkvøðurnar sendar till kommuna í Føroyum har tey lesandi búðu áðrenn tey fluttu av landinum.

Seks umsóknir um upptøku á vallistan eru ikki gingnar á møti, tí at umsøkjararnir hava haft tilhald uttan fyri Føroyar í meira enn 8 ár, vísandi til vallógina §8a, stk. 2.

Á stóru myndini sæst Ivan Klein Olsen, landsfólkayvirlitsleiðari.

Nærri fæst at vita við at ringja til Umhvørvisstovuna, á telefon 342400 ella við at senda okkum ein teldupost á us@us.fo